Starvslýsing
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli frá 4. januar til 17. juni 2027 við setanarbrotinum 0,50.
Námsfrøðingur til Skúlanum á Fossánesi
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli frá 4. januar til 17. juni 2027 við setanarbrotinum 0,50.
Um starvið
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum undir leiðsluni og í samstarvið við starvsfólkum skúlans, tekur lut í dagliga virksemi skúlans.
Starvið fevnir um saman við lærarum at skipa skúladagin hjá næmingum, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum
Vit søkja eftir námsfrøðingi, sum
- sær samstarv, sum ein týðandi part av starvinum, er fyrikomandi, tolin og álítandi
- hevur jaligan hugburð mótvegis næmingunum
- er fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
- dugir at skapa góð og álitsfull sambond við næmingar, starvsfelagar og foreldur
- hava áræði til at taka ábyrgd
Um skúlan
Tað eru 38 næmingar frá 1. til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og tveir námsfrøðingar.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-22.
Viðkomandi má tola, at arbeiðsuppgávurnar verða broyttar og tillagaðar leypandi gjøgnum árið. Tann, ið verður settur skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir.
Umsókn
Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. november 2026 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: fos@skulin.fo ella sendast til:
Skúlin á Fossánesi
Fossávegur 27
FO-730 Norðdepil
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Veroniku Petersen, skúlastjóra á tlf. 735894 ella á t-post fos@skulin.fo
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.