Endurlýsing

01. jul 2026

Starv í Skúlanum á Fossánesi skúlaárið 2026/27

• 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 0,7 vegna avlopstímar og niðurskurð. Tímatalið verður endaliga
ásett 1. sept 2026.
Søkt verður eftir lærara, ið kann undirvísa í lærugreinum í innskúling og miðdeild millum annað smíð, ítrótti, náttúru og tøkni, kristni. Góðir KT-førleikar eru ein fyrimunir.

Tann, ið settur verður, skal

• duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
• vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
• hava áræði til at taka ábyrgd
• vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.

Lønar og setanartreytir

• Lærara størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við tíðarrensli, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2026 kl. 12.00.


Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: fos@skulin.fo ella sendast til:

Skúlin á Fossánesi
Fossávegur 27
FO-730 Norðdepil


Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Veroniku Petersen, skúlastjóra á tlf. 735894 ella á t-post fos@skulin.fo.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Komandi skúlaár vera 39 næmingar frá 1.til 7. flokk í Skúlanum á Fossánesi, 5 lærarar og ein námsfrøðingur.

Seinastu tíðindi

Endur­lýsing
01. jul 2026
Summarfrí
19. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026
ÆTTLEIÐING - hvat er gott at vita
13. mar 2026
Frí
22. jan 2026
Innskriving
16. jan 2026
Jólafrí
19. des 2025
Vinnara seðlar - Marknaðardagur 2025
27. nov 2025
Skrubb
05. nov 2025
Felags foreldrafundur 1. - 3. flokk
24. okt 2025