Um skúlan

Skúlin hjá Hvannasunds kommunu liggur nakað burtur frá húsum í tí sera vakra umhvørvinum á Fossánesi norðan fyri byrgingina Borðoyarmegin.

Hann varð vígdur 12. november og fyrsti skúladagur var 14. november í 1983. Skúlin var, tá hann varð bygdur, ein sera vælútgjørdur og framkomin skúli.

Skúlin er útgjørdur við stovum til træsmíð, hondarbeiði, náttúru & tøkni, heimkunnleika og bókasavn.

Umframt stovurnar hevur skúlin eisini eina góða fimleikarhøll.

Í 2007 var farið undir at útbyggja skúlan og hetta arbeiði var liðugt í 2009, so skúlin hevur nú eisini 4 vanligar stovur við øllum nýmótans hentleikum og 2 serstovur.

Á sumri 2002 varð fótbóltsvøllur lagdur við skúlan. Til støddar er hann sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og FSF hevur góðkent vøllin at brúka til kapping millum tey yngru.

Nýtt og gott spælipláss er eisini til skúlan, við reiggjum, parkour, trampolinum og einum "forhindringsbana" 

Skúlaárið 2024-25 ganga 28 børn í skúlanum á Fossánesi, og tað ber í sær, at skúlin er trýflokkaður. Hetta skúlaárið eru 1. og 2. flokkur saman í eini stovu, 3. og 4. flokkur eru saman, og 5. og 6. flokkur í stovu eru saman.

Næmingaráð er á skúlanum og hesi mannað næmingaráðið í ár. Ida Bjørg úr 4. flokki er forkvinna, Pól Vilhelmsson úr 5. flokki er næstformaður og Elin Maria úr 5. flokki er skrivari. Hini í næmingaráðnum eru Ravnur Restorf Egilsson og Heðin í Frammistovu. 

Fýra lærarar eru við skúlan og tveir stuðlar. 

Samband

Myrna Lind Jacobsen er fyrstilærari, og hon er at hitta á skúlanum á tel.  45 21 20  ella  73 58 94

Ætlar tú at leiga fimleikahøllina, kanst tú venda tær til Sigbjørg K. Olsen á tel. 73 58 92. Skalt tú leiga allan skúlan, má umsókn sendast kommununi.