Telefonpolitikkur skúlans  

  • Skúlin á Fossánesi ynskir ein telefonfrían skúla.
  • Um næmingur hevur telefon ella snild - ur við í skúla, skal tað leggjast í telefonskápið beinanvegin, tá næmingurin møtir í skúla.
  • Næmingurin fær telefonina aftur frá læraranum, ið hevur flokkin, tá skúladagurin er liðugur, og kann tendrast úti í durinum.  

  • Um telefonreglurnar ikki verða hildnar, skal telefonin latast læraranum, sum leggur hana á skrivstovuna.
  • Lærarin kunnar foreldur/avvarðandi um, at næmingurin hevur mist telefonina.  
  •  
    Telefonin fæst aftur, við at foreldur ella avvarðandi koma á skrivstovuna eftir henni. Skrivstovan hevur opið frá kl. 08.00 - 12.00. 

  • Hevur næmingur tørv á at ringja í skúlatíð, kann hann venda sær til læraran ella leiðsluna.  


Skúlastýrið