Garðdagur
30. aug 2025
Mánadagin 25.august skipaði skúlastýrið í skúlanum á Fossánesi fyri garðdegi. Byrja var við kaffi og kakum. Síðani var farið til verka. Tað bleiv lúkað og hampað millum trø og í skúlalagnum. Eisini var sandur fyltur í onkra trappu niðanfyri skúlan.
Veðrið var gott fyrstu løtuna, men so dróg hann á luftina, og tað byrjaði at sirma.
Foreldur og børn tóku sær eisini stundir at hugna sær.
Dagurin endaði við felags døgurða, ið smakkaði sera væl.
Skúlastýrið takkar øllum, ið vóru við til dagin.
Seinastu tíðindi
Vinnara seðlar - Marknaðardagur 2025
27. nov 2025
Skrubb
05. nov 2025
Felags foreldrafundur 1. - 3. flokk
24. okt 2025
Felags foreldrafundur
09. sep 2025
Garðdagur
30. aug 2025
Rennidagur
21. aug 2025
1. skúladagur 2025
14. aug 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13. august
07. aug 2025
Góða summarfrítíð
19. jun 2025
Postarenning á Fossánesi
16. jun 2025