Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

12. aug 2022

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.

14 kommunur heingja plakatir upp

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni. Hesaferð varð møguligt hjá kommununum at fáa egið búmerki á plakatirnar og hesum møguleika hava fleiri tikið av.

14 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Eiðis -, Fuglafjarðar -, Hvalbiar -, Hvannasunds -, Klaksvíkar -, Kvívíkar -, Runavíkar -, Sjóvar -, Sumbiar -, Sunda -, Sørvágs -, Tórshavnar -, Vága - og Vestmanna kommuna.

Tilfar til foreldur

Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í.

Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna á www.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

 

Seinastu tíðindi

Felags foreldrafundur
09. sep 2025
Garðdagur
30. aug 2025
Rennidagur
21. aug 2025
1. skúladagur 2025
14. aug 2025
Skúlin byrjar aftur mikudagin 13. august
07. aug 2025
Góða summar­frítíð
19. jun 2025
Postarenning á Fossánesi
16. jun 2025
Skúla­stjóri á Fossánesi
11. jun 2025
Vitjan av Listaleypinum
02. jun 2025
Góðveðursdagar á Fossánesi
21. mai 2025