Vika 17

Mánadagur
22. apríl
Føroyskt
Gjarna práta eitt sindur um sangin á s.144 í lesibókini. Um tit hava login til ibok.nam.fo so kunnu tit finna bókina og lurta eftir sanginum inni á har. Annars lurta vit eftir sanginum í skúlanum.
Garðdagur :)
Longu nú kunnu tit seta eitt x í kalendaran mánadagin 6.mai, tí tá verður garðdagur frá kl.16-19. Gjarna send flokslæraranum eini boð um, hvussu nógv koma vegna barnið, og sjálvandi eru øll vælkomin at luttaka (foreldur, systkin, ommur, abbar, mostrar, gubbar o.s.fr.) Mítt tlf.nr. er 218784
Svimjing
Vit svima í dag
Týsdagur
23. apríl
Lesiátakið :)
So er seinasta freist í okkara lesiátakið. Minnist til at senda mynd av tykkara bók/um til Signu ella Nancy.
signa.andersen@skulin.fo
nancy.kallsberg@skulin.fo
Føroyskt
Les s.147 í lesibókini væl uppá heima
Rokning
Síða 123-126 skal vera liðug.
Mikudagur
24. apríl
Føroyskt
Lurtið eftir hesum sanginum https://youtu.be/a8eCTsnbxls?feature=shared
Vit fara at arbeiða við Merkinum í dag :)
Hósdagur
25. apríl
Flaggdagur
Frídagur skúlans
Fríggjadagur
26. apríl
Dýri biðidagur
Frídagur skúlans

Flokslærari: Signa Ellebye tlf. 218784

Vetrarmyndir (nov. 2022)


Tríggjar tær seinastu ferðirnar vit hava havt evning, so hava vit arbeitt við hesum flottu vetrarmyndunum. 
Vit byrjaðu við at mála ein gulan runding og síðani aðrar litir runt um gula rundingin, so alt pappírið bleiv málað. Síðani hava vit klipt trø, flykrur og kava út og límað tað á myndina soleiðis, sum vit ynsktu, at hon skuldi síggja út. Eg haldi, at myndirnar blivu avbera flottar, um eg skal siga tað sjálv ;)

Evning

Vit arbeiddu við at tekna fýrverk í evning mikudagin 5/1-22, og hetta flotta fýrverkið kom burturúr.

Rúmdarverur

Í nýggja blaðnum Píka7 er ein opna um rúmdarverur, og so var nokk so upplagt at gera okkara egnu rúmdarverur í evning í dag (19/1-22). Eftir at vit høvdu gjørt verurnar, so gingu vit runt til hvønn annan, so øll kundu greiða frá sínari rúmdarveru :)