Um skúlan

Skúlin hjá Hvannasunds kommunu liggur nakað burtur frá húsum í tí sera vakra umhvørvinum á Fossánesi norðan fyri byrgingina Borðoyarmegin.

Hann varð vígdur 12. november og fyrsti skúladagur var 14. november í 1983. Skúlin var, tá hann varð bygdur, ein sera vælútgjørdur og framkomin skúli.

Skúlin er útgjørdur við stovum til træsmíð, hondarbeiði, náttúru & tøkni, heimkunnleika og bókasavn.

Umframt stovurnar hevur skúlin eisini eina góða fimleikarhøll.

Í 2007 var farið undir at útbyggja skúlan og hetta arbeiði var liðugt í 2009, so skúlin hevur nú eisini 4 vanligar stovur við øllum nýmótans hentleikum og 2 serstovur.

Á sumri 2002 varð fótbóltsvøllur lagdur við skúlan. Til støddar er hann sum ein hálvur fótbóltsvøllur, og FSF hevur góðkent vøllin at brúka til kapping millum tey yngru.

Skúlaárið 2023-24 ganga 30 børn í skúlanum á Fossánesi, og tað ber í sær, at skúlin er trýflokkaður. Hetta skúlaárið er 1. flokkur einsamallur, 2. og 3. flokkur eru í stovu saman. Og 4. 5. og 7. flokkur eru saman.

Fýra lærarar eru við skúlan og tveir stuðlar.

Samband

Myrna Lind Jacobsen er fyrstilærari, og hon er at hitta á skúlanum á tel.  45 21 20  ella  73 58 94

Ætlar tú at leiga fimleikahøllina, kanst tú venda tær til Sigbjørg K. Olsen á tel. 73 58 92. Skalt tú leiga allan skúlan, má umsókn sendast kommununi.