Ein spennandi vika við fokus á mentan

03. apr 2022

Hesa vikuna verður nógv ymiskt spennandi á skránni. Vit fara á konsert hjá Føroya Symfoniorkestri, hyggja eftir sangleikum og fáa vitjan av dansarum úr Sveis. Umráðandi er at tit hyggja inn á vikuætlanina, fyri at fáa nærri kunning um ymisk praktisk viðurskifti. Skráin er hendan:

Mánadagin: "Kill your darlings", dansiframsýning kl. 10 á Fossánesi, við dansarum úr Sveis. Vanlig undirvísing er áðrenn og aftaná dasiframsýningina. 

Týsdagin: Konsert hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Konsertin, er bygd á bókina "Appolonia" hjá Edward Fuglø. Vit koyra frá skúlanum kl. 9. Konsertin er frá kl. 11.10 - 12.00. Vit verða her norðuri aftur uml. kl. 13. Næmingarnir hava frí aftaná.

Mikudagin: "High School Musical 3" sangleikur í Fuglafjarðar skúla, sangleikurin er frá kl. 9.15 - 11.00. Vit koyra frá skúlanum kl. 8.05. Vit verða her norðuri aftur um 12 tíðina.

Hósdagin: Sangleikurin "Teen Beach Movie"  í Løkshøll, frá kl. 9.30 - 10.30. Vit koyra frá skúlanum kl. 8.15.

Fríggjadagin; Vanligur skúladagur frá kl. 8.00 - 11.20. Vit fáa páskafrí. Møta aftur í skúla týsdagin 19. apríl kl. 8.00

Góða páskaferiu

Seinastu tíðindi

1. flokkur skúlaárið 2026 - 27
12. aug 2026
Farið verður aftur í skúla mikudagin 12. august 2026
03. aug 2026
Endur­lýsing
01. jul 2026
Summarfrí
19. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026
ÆTTLEIÐING - hvat er gott at vita
13. mar 2026
Frí
22. jan 2026
Innskriving
16. jan 2026
Jólafrí
19. des 2025
Vinnara seðlar - Marknaðardagur 2025
27. nov 2025