Skúlagongdin fram til jóla

12. des 2021

Góðu foreldur

Sum landsstýrismaðurin kunnaði um í tíðindunum í KVF, fara næmingarnir í jólafríð frá hósdegnum 16. desember. Skipað verður tó fyri neyðansing fyri næmingar í 1. - 3. flokki fram til 21. desember. Nærri kunning um hetta verður á heimasetningunum hjá viðkomandi flokkum mánadagin.

Komandi dagarnir síggja soleiðis út:

Mánadagin 13. desember

Jólaverkstaðir. Vit eru í skúla til kl. 12. Minnist til matpakka.  

 

Týsdagin 14. desember

Jólaverkstaðir og flokslæraradagur. Ikki neyðugt við matpakka, tí vit fara at eta døgurða í skúlanum. Á matarskránni verður kjøtfars v/skrúvum, salat o.ø. Vit eru í skúla til kl. 12.30. 
 

Mikudagin 15. desember

Vit eru í skúla til uml. kl. 11.30, og so hava næmingarnir jólafrí
 

Vinaliga

Myrna L. Jacobsen, fyrstilærari

Seinastu tíðindi

1. flokkur skúlaárið 2026 - 27
12. aug 2026
Farið verður aftur í skúla mikudagin 12. august 2026
03. aug 2026
Endur­lýsing
01. jul 2026
Summarfrí
19. jun 2026
Starvslýsing skúlaárið 2026/­27
29. mai 2026
ÆTTLEIÐING - hvat er gott at vita
13. mar 2026
Frí
22. jan 2026
Innskriving
16. jan 2026
Jólafrí
19. des 2025
Vinnara seðlar - Marknaðardagur 2025
27. nov 2025