Hvannasunds kommuna hevur gjørt samstarvavtalu við MEA

01. aug 2021

Gott at sjóneykan verður sett á familjuna

Eisini Hvannasunds kommuna hevur nú gjørt samstarvsavtalu við MEA, og í næstum fara borgararnir í kommununi, at fáa møguleikan at fáa ókeypis foreldraskeið.

– Vit fegnast um at sjóneykan verður sett á familjuna, og at grundvøllurin undir lívinum hjá børnunum í kommununi á hendan hátt kann styrkjast, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. 

Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Hvannasunds kommuna er við í samstarvinum, og vísir á, at nú nýggj heimasíða er almenn, er møguligt at tekna seg til ymisku skeiðini, ið stovnurin bjóðar út.

Meiri kann lesast um MEA á heimasíðuni www.mea.fo

Seinastu tíðindi

Symfoniorkestri í Norð­urlanda­húsi­num
05. apr 2024
Gleðiligar páskir
31. mar 2024
Hanna Vang vitjar fríggja­dagin 15.mars
13. mar 2024
Morgunsangur
08. mar 2024
Morgunsangur
07. mar 2024
Morgunsangur
06. mar 2024
Morgunsangur
05. mar 2024
Morgunsangur
04. mar 2024
Skúla­gongdin 31.januar
30. jan 2024
Innskriving til 1. flokk skúlaárið 2024/­25
15. jan 2024